Fótbóltssamband Føroya
Við tryggum 3-0 sigri á B36, vann Skála steypafinaluna hjá U16 gentum. Sara Benjaminsen, ið gjørdi tvey, og Bjørk Mariusardóttir skoraðu málini.
Við tveimum málum frá Saru Benjaminsen, og einum mali frá Bjørk Mariusardóttir, vann Skála fríggjakvøldið kappingina um Eilif Arge steypið, sum er steypakappingin fyri U16 Gentur.
Sum heild var talan um ein javnan dyst, men í avgerandi løtum vóru tær appelsingulu neyvari.
Tá eitt lítið korter var spælt legði Sara Benjaminsen Skála á odda 1-0, og átta minuttir inn í seinna hálvleik økti Bjørk Mariusardóttir um leiðsluna.
Eftir hetta høvdu skálagenturnar tamarhald á dystinum og leikgongdini, og í síðstu sekundunum slerdu tær 3-0 sigurin fastan, tá dagsins spælari, Sara Benjaminsen royndi seg við góðum skoti, sum endaði í netinum.
Deil á Facebook