Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.08.2026 15:51

Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) tørvar nakrar eldri myndir, sum vísa eldar og eldsløkking.

Í løtuni verður 50 ára minnisrit skrivað um felagsskapin, sum fevnur um Nes- Sjóvar- og Runavíkar kommunu.

Hevur tú eina ella fleiri myndir liggjandi, sum eru søguligar, so vinarliga set teg í samband við Sunleiv Højgaard, átaksleiðara, tlf. 218235.

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið