Eiðis Kommuna
20 apríl í ár varð avdúka, at Eiðis skúli vann ársins veðurlagsviðursløn 2024. Ætlanin hjá skúlanum er at arbeiða víðari við burðardyggari menning. Ein liður í hesum arbeiði er velting, ið skúlin fæst við. Til hátíðarhald eftir bygdarráðsfundin á 130 ára degnum hjá Eiðis kommunu, fekk Eiðis skúli handað eitt stykki at velta á. Tom Joensen, skúlastjóri, hevði hetta at siga við næmingarnar:
– Vit ætla at halda fram við tí, sum tit fara at njóta úrslit av í framtíðini. Tit fara at eta tykkara egnu eplir, og tað er altíð gott. Vit hava verið eitt sindur avmarkaði við økinum har yvuri, og hava ikki kunna gjørt nakra ordiliga veltu. Tað sum vit ætla at gera í framtíðini, er at fáa nakað av mold frá kommununi. Um kommunan fer at grava út, kann hon geva okkum moldina, heldur enn at koyra hana suður í Garðsbrekkuna, soleiðis at vit kunnu velta fleiri eplir, og kanska ymiskt annað eisini.
Víðari greiður Tom frá:
– Vit hava eisini ætlanir um at planta trø framvið hegninum omanfyri skúlan, og hetta byrja vit við longu í komandi ári, soleiðis at tað um nógv ár koma at vera runnar. Tá man hevur fingið tað, so sleppur vindurin ikki ígjøgnum, og so er lívd aftanfyri. Har sum vindurin ikki sleppur eru alskyns smákykt, sum kundu verið spennandi hjá næmingunum í náttúru og tøkni. Vit eru sera spent uppá hesa uppgávu og skulu nokk fáa hana at rigga.
At enda takkar skúlastjórin Eiðis kommunu.
Talan er um eitt stykki omanfyri skúlan. Stykki er 2600 ms til støddar. Eiðis kommuna fegnast um hetta burðardygga samstarv.
Deil á Facebook