Eiðis Róðrarfelag
Eiðis Róðrarfelag hevur gjørt av at seta nýtt venjarapar fyri restina av hesum kappingarárinum.
Frá í dag verður Petur kruse høvuðsvenjari, meðan Emma Laanggard Nagurset tekur við sum hjálparvenjari. Vit eru fegin um, at tey hava játtað at taka hesa ábyrgdina á seg, og vit ynskja teimum bestu eydnu við arbeiðinum fram móti teimum síðstu stevnunum í ár.
Eiðis Róðrarfelag og John Reid hava í felag gjørt av at steðga samstarvinum. Báðir partar enda samstarvið við sátt og semju. Felagið vil samstundis takka John fyri tíðina, hann hevur verið knýttur at felagnum, og fyri tað arbeiðið og tað íkastið, hann hevur havt í felagnum. Vit ynskja honum alt tað besta framyvir.
