Eiðis kommuna boðar frá, at klokkan 12:00 kunnu borgarar í Eiðis kommunu koma á keiina á Eiði at fáa sær eitt kók. Talan er ikki um stórar nøgdir, men eitt kók til hvørt húskið.
Tey sum koma at fáa sær, skulu sjálvi hava ílat/posa við.
Møguleiki er at fáa tvøst fram til kl.14:00, ella fyrr, um einki er eftir.
