Mynd: Torbjørn Jacobsen
Løgtingsins umboðsmaður hevur fingið eina kæru frá borgara um bygging av neysti í einari av bygdunum í kommununi. Kæran er dagfest hin 3. mai 2022. Eftir tað hevur nógv samskifti verið millum partarnar, og verður hetta mál, í málsgongdini, av Umboðsmanninum, víðkað til at fevna um øll viðurskifti sum hava við neystabygging at gera í kommununi.
Í Álitinum frá LUM verður skotið ógviliga breitt, táið tað snýr seg um ábyrgdarplasering. Deildir og formenn í nevndum standa fyri skotum, men lat meg gera púra greitt, fyri Guði og monnum, at eg einsamallur, sum valdur borgarstjóri og harvið ovasti leiðari fyri umsitingini, taki fulla og treytaleysa ábyrgd á meg hesum málinum viðvíkjandi.
Annars tekur Runavíkar kommuna niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar.
Vinaliga
Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.