Eysturkommuna
Edit Andreasen er sett sum deildarleiðari á Gøtubrá.
Eysturkommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Edit er 38 ára gomul og býr í Leirvík. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í geriatri og gerontologi. Hon hevur drúgvar royndir innan eldraøkið og seinastu mánaðirnar sum virkandi deildarleiðari á Gøtubrá.
Vit ynskja Edit hjartaliga vælkomna í deildarleiðarastarvið og gleða okkum til framhaldandi samstarv.