Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.05.2023 09:39

Dyppa og svim við Sjógv – Útivikan 2023

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Í morgin, leygardagin 20. mai, kl. 10:00 fara vit at dyppa sunnanfyri bátahylin við Sjógv – har sum vanliga verður dyppað (sí mynd niðast í greinini).

Øll eru vælkomin. Roynd og óroynd – kvinnur og menn í øllum aldri og eisini børn (børnini eru t.d. vælkomin í vátdragt e.l.) Tó er best, um ein vaksin er við børnunum.

Vit dyppa við bátahylin við Sjógv. Ein fínur dyppi-stigi er har, so tað er lætt at fara útí og koma upp aftur.

Vit skifta í tí stóra skiftirúminum, undir opnum himni.

Vit bjóða kaffi, te og køkur – og saft til børnini (hav egnan kopp við).

Tey, sum eru óroynd, ivast kanska í, hvat havast skal við, so her eru nøkur ráð:

  • Svimjidrakt/svimjibuksur
  • Lastikk til hárið
  • Húgvu
  • Stórt handklæði
  • Handskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga
  • Okkurt at standa á, t.d. lítið eyka handklæði
  • Stóra fløsku av flógvum/heitum vatni
  • Hálvhosur og kanska heita troyggju at fara í aftaná