Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.05.2023 08:10

Dyggur smeitur fyri NSÍ – Kristian skaddur

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Tað er ikki bert tapið ímóti argastu grannunum, sum NSÍ´arirnir iðraðu seg um í morgun. Tað er steinur oman á byrðu fyri tey í Runavík, at royndi málverjin Kristian Joensen hevur fingið boð um, at ein fingur er brotin og at han skal møguliga undir skruð. Tískil verður hann ikki at síggja á vøllinum tær komandi 4-5 vikurnar.

Tað var í fyrra hálvleiki í dystinum í gjár á Toftum, at hann fekk eitt spark í hondina. Hóast hetta, so leikti hann allan dystin.

Tískil skal NSÍ nú finna ein avloysara fyri hann komandi dystirnar. So tað verður áhugavert, at síggja hvussu Sámal Erik Hentze fer at blanda kortini komandi dystirnar.