Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.02.2024 12:43

Drunnhvíti sum kertiljós

Náttúruvísindadeildin

Sjúrður Hammer, adjungeraður granskari á Setrinum, hevur saman við Alexander L. Bond og Jógvani Hammer skrivað forvitnisliga grein um drunnhvíta í The Seabird Group

Nógvar lívfrøðiligar frágreiðingar um drunnhvíta í Norðuratlantshavi nevna, hvussu sýldur drunnhvíti (Hydrobates leucorhous) og drunnhvíti (Hydrobates pelagicus) í gomlum døgum varð brúktur sum kertiljós, serliga í Írlandi, Skotlandi og Føroyum.

Í hesi greinini hava Alexander L. Bond, Jógvan Hammer og Sjúrður Hammer kannað savnslutir og søguligar og fólkalívsfrøðiligar keldur, sum stuðla upp undir hetta uppáhald.

Flestu frásagnirnar eru frá óbeinleiðis keldum, og bert fá dømi eru, sum kunnu sigast at vera álítandi. Tað eru myndir, frásagnir, ið byggja á beinleiðis vitan, ella savnslutir.

Høvundarnir koma til ta niðurstøðu, at sannlíkt hevur hetta ikki verið so vanligt ella útbreitt, sum mongu frásagnirnar annars kundu bent á, og frásagnin um at brúka drunnhvíta sum kertiljós er allarhelst endurtikin og yvirdrivin av vitjandi náttúrufrøðingum í átjandu til tjúgundu øld.

Lesið greinina her.