Mynd: Gunnar skrivar undir sáttmála við Víkingur Reykjavík (Eysturoyarportalurin)
Í dag gjørdist tað so endaliga greitt, at stóri og sterki miðverjin og ein av lyklaleikarunum í Víkingi seinastu árini – 28 ára gamli Gunnar Vatnhamar, er seldur til navnan Víkingur Reykjavík í Íslandi. Eitt skifti, sum nokk tey allarflestu ikki sóu fyri sær fór at koma.
Eysturoyarportalurin, hevur fingið orðið á nýggjasta føroyska yrkisleikarin, sum nú ger seg kláran at flyta til grannalandið Ísland.
-Hetta er ein dreingjadreymur, sum nokk var sløknaður, men nú heilt óvænta birtist aftur. Eg hevði nokk slept dreyminum, nú eg var blivin 28 ár gamal og útlitini ikki vóru har til at fara uttanlands. Tað var tað sum eg helt. Men soleiðis var tíðanbetur ikki.
-Hetta var sera positivt og sera óvænta, at boð skuldu verða eftir mær, og at tað skuldi koma eitt so spennandi tilboð úr einum av størstu felagunum í Íslandi. Hetta kundi eg sjálvandi ikki siga nei til.
-Eg eri bara spentur. Hetta er jú nakað, sum eg havi droymt um síðani eg var smádrongur. Eg havi ikki sovi so væl í langa tíð, eftir at skiftið kom uppá pláss fyri nøkrum døgum síðani.
-Eg fari nú yvir at gera alt sum eg eri mentur, at vinna mær eitt fast pláss, og vísa hvat eg kann sum fótbóltsleikari. Eg veit hvat eg kann, og eri ikki stúrin fyri at trakkað út í tað ókenda. Eg kenni ikki so væl felagið enn, men havi seinastu tíðini lisið nógv og hugt eftir video av teimum osv. Felagið sær sera spennandi og professionelt út. Teir vunnu jú steypakappingina seinasta kappingarár, og ætla sær eisini at kappast um meistaraheitið í ár.
Tað er ein sera royndur leikari, sum Víkingur Reykjavík nú fær ágóðan av. Hann er fastur maður undir leiðslu av Håkan Ericson, A-landsliðsvenjara, har hann er skrásettur fyri 29 landsdystir og 2 mál. Hann hevur leikt 208 dystir í Betri-deildini og skotið 33 mál. Harumframt hevur hann leikt 12 evropeiskar dystir og skotið 5 mál.
-Eg fari yvir til Íslands nú fríggjamorgunin. Sjálv landskappingin byrjar longu mánadagin, tá vit (les Víkingur Reykjavík) byrja á útivølli ímóti Stjarnan.
-Tað er sjálvandi við sorgblídni, at eg nú sigi farvæl við mínar liðfelagar og øll tey góðu fólk rundanum liðið, og teir fantastisku áskoðararnar í Sarpugerði. Eg veit hvar eg hoyri hoyma, so hvør veit, um tey ikki síggja meg aftur í Sarpugerði einaferð í framtíðini.
