Mynd: Eysturoyarportalurin
Innanmenn eru í góðum hýri í kvøld, nú teir eru farnir út um Gøtueiði við 3 stigum.
Í sera góðum fótbóltsveðrið og við nógvum áskoðarum í Sarpugerði, var borðreitt við sonnum dramatikki frá byrjan til enda, tá teir næstbestu hjá Víkingi tóku ímóti teimum bestu hjá NSÍ. Hetta var ein grannauppgerð, sum hevði næstan alt ein áskoðari kann ynskja sær.
Tað var heimaliðið sum byrjaði dystin best, og var tað eisini nær við fleiri ferðir, men antin fór bólturin við síðurnar av málinum ella var tað málverjin hjá NSÍ sum bjargaði. Og lat tað verða sagt beinanvegin, málvejarnir hjá báðum liðunum høvdu nakrar frálíkar bjargingar í dystinum, Kristian Joensen hjá NSÍ var næstan ein einmansherur einu løtuna, tá hann við fleiri framúr bjargingum helt NSÍ inni í dystinum. Meðan málverjing hjá Víkingi, Hans Jákup Arngrímson hevði í seinna hálvleiki eina heilt fantastiska bjarging, sum kundi mint um tiltiknu Gordon Banks ella Peter Schmeichel-bjargingina.
Men tað var annars útiliðið, sum legið seg á odda, tá dagsins maður, Steffan Løkin í 34 minutti sneiddi seg leysan inni í brotsteiginum og skeyt bóltin framvið Víkingamálverjanum til 0-1. Og tað var eisini støðan, tá farið var til hálvleiks.
Men longu í 50 minutti javnaði heimaliðið við málið frá Tonni Thomsen, eftir innlegg frá liðskiparinum Óla Kristian Jacobsen. Og í 70 minutti, var tað so Víkingur sum legið seg á odda, tá tann sera kvika Runar Skylv Stølen plaseraði bóltin framvið Kristian Joensen til 2-1 .
Og nú byrjaðu eisini útiáskoðararnir at ressat við og sást ein ávísur fjáltur millum NSÍ-ararnir. Nú bylgjaði dysturin aftur og fram. Nógvar spentar støður vóru frammanfyri bæði málini, serliga var tað Víkingur sum var tað vandamiklara liðið hesa løtuna. Og tá tíðin spakuliga var um at ganga undan, fekk NSÍ hornaspark, sum Pætur Hentze tók. Og skeyt hann eitt gott og neyvt hornaspark beint í pannina á Steffani Løkin, og til støðuna 2-2.
Og nú vildu bæði liðini vinna dystin, og var tað sannur “indianara-fótbóltur” síðstu minuttirnar. Men í yvirtíðini fekk NSÍ aftur eitt hornaspark. Og gjørdi Pætur Hentze ikki mætari enn at brúka somu uppskrift sum áður, har hann skeyt eitt gott og neyvt innleg beint til Steffan Løkin, sum hegnisliga setti fótin á, og so var 2-3 til útiliðið, og alt var vent á høvdið. Rómurin var stórur, og var kanska eisini ein ávísur lætti at hóma millum innanfólki, sum var komi í Sarpugerð at stuðla símum liðið, tá dómarin brígslaði dystin av.
Ein til tíðir væl leiktur dystur, við ferð, spenningin og dramatikki frá fyrsta til síðsta bríksl.
Næsti dystur hjá NSÍ er á útivølli í Gundadali tann 15. apríl móti teimum næstbestu hjá B36, meðan teir næstbestu hjá Víkingi, sama dag, skulu til Skála.
