Mynd: kambsdalur.fo
Fríggjadagin 2/12-2022 stóð Doris Djurhuus endaligu próvtøkuna fyri verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini. Doris er gomul í garði, hevur undirvíst á Kambsdali í meiri enn 20 ár, áðrenn hon umsíður slapp framat at taka verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini. Ástøðiligi parturin er lokin fyri mongum árum síðan.
Doris hevur hesi árini umframt at umsita bleytara partin av telduskipan skúlans eisini undirvíst í teldukunnleika – økið hevur havt skiftandi nøvn hesi árini. Nú eitur lærugreinin kunningartøkni. Eisini hesum hevur Doris javnan kunning fyri næmingum um ávís telduforrit, ið skulu nýtast í skúlahøpi. Umframt undirvísingina í lærugreinini kunningartøkni, serliga á FHS-útbúgvingini, hevur Doris javnan innanhýsis skeið fyri starvsfeløgum sínum um tær telduskipanir, sum skúlin brúkar, bæði í undirvísing og umsiting.
Vegleiðari hjá Doris við námsfrøðiligu útbúgvingina var Hans Olivur Højgaard Joensen, lærari á Glasi, og uttanhýsismetari var Hans Blåsvær fyri Fróðskaparsetur Føroya. Óli Wolles var námsleiðari í NÚ tilgongdini hjá Doris.
Skúlin ynskir Doris hjartaliga tillukku við próvnum.
Deil á Facebook