Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur gjørt úrskurð í málinum í samband við tað, ið hendi aftaná dystin í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og KÍ, sum varð spældur við Løkin í Runavík fríggjakvøldið 28. juni 2024.
Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipenes, royndi í fleiri umførum at leypa á dómararnar eftir dystin ímillum NSÍ og KÍ í Runavík og er útihýstur frá fótbólti undir FSF til endan av kappingarárinum 2027.
Úrskurðurin hjá aga-og etiskunevnd kann lesast her
Deil á Facebook