Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2024 07:21

Døgg Nónsgjógv kemur við útgávu, ið er endurmiksað, prentað á LP og spælir konsert

Tíðindaskriv

Døgg Nónsgjógv lat farna heyst úr hondum EP útgávuna Døggfallin. Serliga lagið Óttabrúgv hevur verið dúgliga spælt í Kringvarpinum. Útgávan hevur verið væl móttikin og hevur slóðað vegin fyri at Døgg Nónsgjógv í mai skal framføra á SPOT festivalinum í Danmark. 

Næsta stigið er at geva út eina EP har øll løgini eru endurmiksað. Í dag, fríggjadagin 22. mars, er fyrsta endurmiksaða staklagið komið út. Talan er um lagið Óttabrúgv (PAL Remix), og tað er svenski PAL, sum hevur endurmiksað. PAL hevur eisini endurmiksað hittið Waiting (PAL Remix) hjá Alice Boman. 

5. apríl kemur Døggfallin / Remix EP út, har øll løgini kunnu upplivast í nýggjum hami. Umframt PAL hevur Songs From Tin Pan Alley (SFTPA) úr Danmark endurmiksað nøkur løg. 

Men longu nú kanst tú hoyra alla útgávuna. Spildurnýggjar vinyl LP’ir eru júst komnar til landið, har síða A er Døggfallin útgávan og síða B Døggfallin endurmiksið. 

LP’irnar eru ikki komnar út í handlarnar enn, men tær kunnu ognast í kvøld, tá ið konsert verður í Listastovuni í Miðvági kl 20:00. Hettar verður ein dupultkonsert við Konsørn, og sterka huglagið verður í hásæti hesa løtuna.

Finn lagið Óttabrúgv (PAL Remix) á tíni stroymingartænastu her: https://orcd.co/ottabrugv_remix_presave