Tekniski og evnaríki leikarin, við røtum úr Serbia, Filip Djordjevic, hevur gjørt nýggjan sáttmála við EB/Streym.
Felagið skrivar soleiðis:
Við Filipi hava vit fingið ein sera royndan offensivan leikara við sera góðum dygdum. Hann hevur, hóast hann einans er 29 ára gamal, leikt heili 370 dystir og skoti 51 mál í betrideildini.
Vit eru sera glað fyri, at Filip Djordjevic hevur valt at halda fram í felagnum. Filip hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála og verður hetta nú hansara triðja kappingarár í EB/Streym
Deil á Facebook