Felagsskapurin Kettuverndin sigur í einum uppslagi, at tey eru ógvuliga ill og kedd, eftir at tey eru komin fram á kettufellur, har tey sum hava sett fellurnar upp ikki hava syrgt fyri at kettur, sum koma í fellurnar, verða tiknar úr teimum.
Felagskapruin skrivar soleiðis:
Hesar tríggjar kiskurnar (Raska, Ravnur og Teddy) vórðu bjargaðar í Oyndarfirði leygarkvøldið. Vit fingu eina fráboðan um at onkur hevði sett eina fellu út til eina kettufamilju har, og at ein ketta sat í felluni. Sjónin, vit komu til í hjallinum, var nakað so skelkandi: tvær fellur, hvør við kettu í, og tveir kettlingar uttanfyri tí eini felluni, harav ein var hálvdeyður av hungursneyð. Mamma teirra hevði sitið í tí eini felluni í 11-12 dagar. Øll fýra vóru diddarak og ógvuliga dehydreraði. Tann hálvdeyði kettlingurin doyði nakrar tímar seinni. Hinar ketturnar hava verið hjá djóralækna í dag og eru koyrdar í ansing, har tær eru við at koma fyri seg.
Vit skriva hetta, ikki fyri at hanga nakran út, men fyri at kunna fólki, kommunur og felagsskapir, at kettufellur skulu kannast triðja hvønn tíma, og at kettur, ið fyri stuttum hava lagt kettlingar, skulu leyslatast beinanvegin, sambært danskari lóggávu. Hetta er nakað so ómenniskjaligt gjørt ímóti okkara fýrbeintu vinum, og má ikki koma fyri seg aftur. Vit vilja gjarna heita á øll, ið síggja kettu sita í einari fellu longri enn tríggjar tímar, um at ringja til Kettuverndina, so vit kunnu koma teimum til hjálpar.
Viðkomandi, ið hevði ábyrgd av fellunum, er blivin meldaður til løgregluna.
Deil á Facebook