Eysturkommuna
Bjørg av Kák er sett í fast starv sum námsfrøðiligur ráðgevi í Eysturkommunu. Hon byrjaði í starvinum 1. mai 2026. Starvsstaðurin hjá Bjørg er í býráðshúsinum í Norðragøtu, og fer hon at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnarnar, har hon millum annað fer at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum.
Bjørg er útbúgvin námsfrøðingur og vegleiðari í Karlstadmodellinum. Hon hevur drúgvar royndir innan náms- og sernámsfrøðiliga økið og hevur ráðgivið síðani 2018.
