Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2026 15:19

Djóralæknafelag Føroya eitt ár á baki

Nevndin í Djóralæknafelag Føroya: Aftast frá vinstru: Hanus Bergsson, Karina Debes. Fremst frá vinstru: Annika Nørspang Nolsøe, Elspa Petersen. Marner Nolsøe væntar á myndini. Mynd: Djóralæknafelag Føroya

Tíðindaskriv/Djóralæknafelag Føroya 

Djóralæknafelag Føroya varð stovnað á fundi tann 25. apríl 2025 og hevur sostatt nú virkað í eitt ár. Felagið er eitt áhugafelag, hvørs høvuðsendamál er at savna føroyskar djóralæknar og styrkja fakliga samstarvið innan djóralæknavirksemi í Føroyum.

Endamálið hjá felagnum er at viðgera mál, ið hava týdning fyri djóralæknar og djóralæknavísund í Føroyum, at fremja samstarv millum djóralæknar og aðrar viðkomandi fakbólkar, og at umboða føroyskar djóralæknar í almenna kjakinum. Felagið hevur eisini til endamáls at breiða kunnleika um djóralæknavísund, ráðgeva í fakligum viðurskiftum og virka fyri einum høgum fakligum støði í djóralæknayrkinum.

Hetta fyrsta árið hevur Djóralæknafelag Føroya arbeitt við at leggja lunnar undir felagið og tess virksemi. Felagið hevur hildið sín fyrsta regluliga ársaðalfund, gjørt eitt etiskt kodeks fyri djóralæknavirksemi og skipað fyri limatiltøkum, har dentur hevur verið lagdur á fakligt orðaskifti, kunning og samstarv. Ætlanin er framhaldandi at skipa fyri tiltøkum, ið geva limunum høvi at hittast, umrøða viðkomandi faklig evni og fáa innlit í arbeiðsøki og royndir hjá hvørjum øðrum.

Nevndin í Djóralæknafelag Føroya er mannað soleiðis: Elspa Petersen, forkvinna; Karina Debes, næstforkvinna; Marner Nolsøe, Annika Nørspang Nolsøe og Hanus Bergsson, nevndarlimir; og Aron Clementsen og Peter Østergaard, tiltakslimir.

Øll við djóralæknaútbúgving, sum hava føroyska løggilding og tilknýti til Føroya, kunnu gerast limir í felagnum. Í løtuni hevur felagið umleið 25 limir. Tað er ókeypis at vera limur.

Meira kunning um Djóralæknafelag Føroya fæst við at venda sær til nevndina á teldupost: djoralaeknafelag@gmail.com.