Tíðindaskriv/RIVA
Minnir, goymd ella gloymd, seta seg í kroppin og leggja spor eftir seg. Eins og vit sjálvi broytast likamliga, broytast okkara minnir við okkum. Minnir kunnu ímynda eina farna tíð, eitt stað, ein persón ella eina hending. At minnast aftur á góðar løtur; at royna at fáa skil á burturgloymdar hendingar í einum rúsi; at vilja halda fast í minninum ella royna at renna frá tí. Hetta er støðið undir MINNISBROT, ein dansiframsýning hjá føroyska dansivirkinum RIVA.
Framsýningin er sett saman av tveimum tvídansum. Í fyrra verkinum; tveyeini eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting, flættast tveir kroppar saman í einari minnisferð, meðan veruleikin verður avskeplaður og ljóðið myndast av útgávuni “…eftir” hjá Klingru. Í seinna verkinum; Minni: neglir klóra rygg eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch, blandast dansur saman við skaldskap, ið ber fram fleiri minnir um samkynda kynsliga tráan. Minni um innileika, kropsligt samband og kynsliga misnýtslu verða borin fram og viðgjørd gjøgnum orð og rørslu.
Báðir tvídansirnir hava sambandið millum tveir kroppar og kensluliga samanspælið teirra millum til felags.
Frumsýningin verður í Norðurlandahúsinum 12. august, kl. 20 og aftaná frumsýningina bjóðarNorðurlandahúsið eitt glas av víni. MINNISBROT verður eisini á palli í Løkshøll, 15. august, kl. 19.30.Les meira um sýningina á:
https://www.riva.fo/minnisbrot
Atgongumerkir til sýningarnar í Norðurlandahúsinum og Løkshøll fást á ávikavist:
Um RIVA
RIVA er Føroya fyrsta dansivirki fyri yrkisdansarar, stovnsett av Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Rúnu Volmarsdóttir. Endamálið er at skapa nakrar virðiligar arbeiðsmøguleikar fyri yrkisdansarar í Føroyum, at menna dansiumhvørvið og dansilistina í Føroyum, og soleiðis stigvíst lyfta dansistøðið í Føroyum upp á eitt altjóða yrkisstøði.
Deil á Facebook