Nú kappingarárið 2023/24 í badminton verður skotið í gongd í august mánaði, hava badmintonfeløgini ÍF, Nápur, MBF og KBF gjørt avtalu við nýggjan venjara.
Setanin av nýggja venjaranum er sostatt eitt samstarv ímillum áður nevndu badmintonfeløg.
Venjarin talan er um, er 21 ára gamli danin Jonas Mikkelsen, sum kemur úr Randers. Hóast sín unga aldur, hevur Jonas verið venjari í fleiri ár, og hevur hann hollar royndir sum badmintonvenjari í øllum aldursbólkum á ymiskum støði í Randers Badmintonklub.
Dani skal venja badminton feløg í Eysturoy
