Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.03.2025 21:34

Christian Andreasen afturvaldur sum forseti

hristian Andreasen varð afturvaldur sum FSF forseti á aðalfundinum, sum var á Hotel Hilton leygardagin - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Leygardagin varð árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin á Hotel Hilton í Havn. Á skránni var millum annað val av forseta og val til starvsnevndina


Fýra menn og tríggjar kvinnur manna nú starvsnevndina í Fótbóltssambandi Føroya.

Á árliga aðalfundinum, sum varð hildin á Hotel Hilton í Havn seinnapartin leygardagin, var millum annað val av forseta, og val til starvsnevndina á skránni.

Christian Andreasen, ið tók við sum forseti í 2010, bleiv afturvaldur, og heldur tískil fram í sessinum næstu fýra árini.

Til starvsnevndina stóðu tríggir limir fyri valið. Undan fundinum hevði Rúni Herup Olsen boðað frá, at hann stillaði ikki upp aftur, meðan Róin Schrøter og Fríðin Ziskason tóku við afturvali. Har afturat vóru Sólrun Hendriksdóttir Sørensen og Jóannes Prestá eisini uppstillaði.

Sambært viðtøkunum hjá FSF skulu bæði kyn veljast, og tískil bleiv Sólrun Hendriksdóttir Sørensen vald uttan atkvøðugreiðslu, og er nú triðja kvinnan í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Hinvegin var ógvuliga tætt, tá feløgini skuldu atkvøða fyri Róin Schrøter, Fríðini Ziskason og Jóannesi Prestá. Úrslitið varð, at Jóannes Prestá fekk 21 atkvøður, Róin Schrøter fekk 19 atkvøður, meðan Fríðin Ziskason fekk 17 atkvøður.

Starvsnevndin í FSF er nú mannað soleiðis: Christian Andreasen, forseti, Anja Rein, Maria Jóhannusardóttir Joensen, Heri á Rógvi, Jóannes Prestá, Róin Schrøter og Sólrun Hendriksdóttir Sørensen.