Eyp
“Ver ansin, um ilt er á ferð Kom leggið íðin eftir at verja mikilsverd mál“, syngur M.C. Restorff í einum av kendastu sangum sínum “Føroyingar”.
Hetta er kanska eisini nakað, sum hevur fingið bóndur, bygdafólk og stuðlar teirra at ressast við, nú, i teirra eygum, eitt sera víðgongt uppskot er komið frá landsstýrinsmanninum Høgna Hoydal, um gongd í haga. Tað sást t.d. til tiltakið í Varpinum í kvøld.
Alt náttúrulív, seyðahald og fuglalív er við at kollveltast av hesum uppskotið, og skal nú, stýrast beinleiðis av politisku skipanini úr Tórshavn.
Ferðavinnulógin, sum landsstýrinmaðurin er komin við, fer sum frálíður at oyða alla siðbundnu mentanina sum er knýtt at jørðini og fer hon so eisini bert at gagna útlendskum ferðaskrivstovum, stórum føroyskum flutningsfeløgunum og hotel- og matstovuvinnuni, serliga úr Tórshavn, verður sagt av Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya.
Frontarnir (hermótið) eru settir sjónliga upp móti hvørjum øðrum í hesum tíðum. Havnamentanin, við cafá-latte, inniskóm og asfalti, móti bygdamentanini við seyðilorti undir skónum og einum dagligdagi tætt at náttúruni.
Og feskasta dømi um júst hesar frontarnir (hermót), var í kvøld, tá ið KVF, sum í nógvum bygdaeygum er ímyndin av Havnini, var tveitt á dyr í Varpinum í Klaksvík, av sera ónøgdum bóndunum og stuðlum teirra.
Deil á Facebook