Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.01.2025 10:05

Byrjanin í borgarstjórasessinum: Spennandi tíð fyri framman

Eyðstein Zachariasen , á kommunuskrivstovuni á Oyrabakkavegi 3 á Oyrabakka. Mynd: Eysturoyarportalurin

Í gjár fóru undirritaði at vitja borgarstjóran á kommunukontórinum í Sunda kommunu. Hann er einans 26 ára gamal og er eisini ein av yngstu borgarstjórum, sum hava verið í Føroyum.

Á kommunuvalinum tann 12. november í fjør gjørdist hann bæði toppslúkari í allari Sunda kommunu, og eisini fyrstvaldur á Lista C, við 169 persónligum atkvøðum.

Politikkur, kanska serliga lokalpolitikkur, hevur altíð ligið honum nær at hjarta, og hevur tað altíð verið tosað nógv um politikk heima.

-Eg havi altíð havt stóran áhuga í politikki, kanska serliga í lokalpolitikki her í økinum. Eg eri uppvaksin í Streymnesi, hinumegin brúnna frá her vit sita nú, og er tað har eg sleit mínar barnaskógvar.

-Tað eru í ár 20 ár síðani, at Sunda kommuna sá dagsins ljós. Eg var bert 6 ára gamal tá, so eg kenni ikki so nógv til nakað annað. Hetta er eisini tann kommunan, sum eg brenni fyri. 

-Eg havi eitt stórt ynski at føra kommununa, og alt økið sum tað er, enn longri fram á leið, soleiðis at tað skal verða besta kommuna í landinum at búgva og virka í, hjá okkara borgarum, yngri sum eldri.

-Hetta er ikki eitt vanligt 8 til 16 arbeiði. Eg eri borgarstjóri alt samdøgrið, 24/7, hvønn dag í vikuni. Hetta er ein lívsstílur, og tað er eisini soleiðis mær dámar tað best.

-Tað er nógv at seta seg inn í, bæði fyrisitingarliga og við teimum praktisku viðurskiftunum, men eg havi góð fólk aftrat mær, og eg haldi tað byrjar at líkjast. Starvsfólkini her hava verið ófør at hjálpt og vegleitt meg. Eg føli at eg eri í tryggum hondum, sigur Eyðstein við einum brosið.

Fór ungur upp í politikk

At lokalpolitikkur hevur nógv at siga fyri Streymnesmannin sæst eisini aftur á seinastu kommunuvalunum, sum hava verið.

Á kommunuvalinum í 2020 fekk hann, bert 22 ára gamal, heili 91 persónligar atkvøður, og fekk triðflestar atkvøður tilsamans á tí valinum í kommununi. Afturi í 2016, einans 18 ára gamal, stillaði hann upp fyri fyrstu ferð til lokalpolitikk í Sunda kommunu, og fekk 33 persónligar atkvøður, men tørvaði fáar stemmur aftrat at koma inn í býráðið.

Hann hevur eisini stillað upp fyri Fólkaflokkin í landspolitikki. Tað var til løgtingsvalið í 2022, tá ið hann fekk 162 atkvøður og gjørdist nummar 14 á Fólkaflokslistanum.

-Eg brenni veruliga fyri kommununi her í Sundalagnum, og tað havi eg altíð gjørt. Málið sum borgarstjóri er greitt. Kommunan skal vera ein enn betri kommuna enn í dag, tá hendan setan er av, og vit sum býráð hava tænt økinum í fýra ár. 

-Eg haldi, at her eru stórir menningarmøguleikar í økinum, tá tað snýr seg um vinnu, ferðavinnu, mentan, frítíðarvirksemið og mangt annað. Vit eru ríkað við ótrúliga dugnaligum borgarum runt í øllum bygdunum. 

-Eisini má eg rósa okkara tilbúgving og øðrum hjálparfólki í kommununi. Tað var nakað heilt serligt at vera vitni til alt tað arbeiðið, sum bleiv gjørt, tá ið øll hesi áarlopini og stóra avfallið vóru fyrr í vikuni, har fólk løgdu nógv fyri at hjálpa hvørjum øðrum.

-Kommunan fevnir víðað og eru allar bygdir serstakar, hvør uppá sín máta. Eg haldi vit eiga at duga betur at gera gagn av hesum ymiskleikunum og sjóndargera teir. Hetta er nakað. ið vit sum kommuna heilt vístfara at arbeiða víðari við í framtíðini.

Við Áir gerast ein mentanar, søgu og ferðavinnumiðdepil

Eyðstein Zachariasen letur lokið eitt sindur upp á eini spennandi ætlan við Áir, sum Sunda kommuna saman við avvarandi mynduleikum arbeiða við, í sambandi við, at Tjóðsavnið nú skal finna sær nýggj goymsluhølir.

-Vit hava longu nú sera forkunnungu Hvalastøðina við Áir, sum Tjóðsavnið rekur. Tá ið nú Tjóðsavnið noyðist at byggja sær stór og nýggj hølir og leitar eftir staðseting, so er tað upplagt og natúrligt, at hendan nýggja staðsetingin verður við Áir. 

-Við Áir er miðskeiðis á fastlandinum, og fyri tey allar flestu í Føroyum er tað styttri enn 30 minutttir at koyra. Har eru eingi sethús ella tílíkt at taka atlit til, umframt at høvuðsvegirnir eru góðir at koyra eftir. Tað er lutfalsliga lætt og frítt at gera eina heildarætlan yvir økið, sum tað sær út í dag.

Tað eru ikki bert tankarnir um nýggjan goymslubygning til Tjóðsavnið, sum Eyðstein gongur og hugsar um, nú hann situr í heita borgarstjórasessinum á skrivstovuni á Oyrabakkavegi 3.

-Tað verður skjótt byrjað at spreingja út fyri einum nýggjum tunnli til Tjørnuvíkar. Alt grótið, sum kemur úr tí tunnlinum, skal onkustaðni. Her hugsi eg, at grótið sjálvsagt skal brúkast til at breiðka Víkarvegin og evt. Saksunarvegin. Er meira grót til, so kundi tað verði nýtt til at útfylt havnarlagið við Áir. Somuleiðis skal fongslið eftir ætlan gerast omanfyri vegin við Áir, og har verður væntandi eisini nógv grót. Við hesum kann kommunan fylla eitt stórt øki út við Áir, ið hevur sera stórar menningarmøguleikar fyri framtíðina. 

-Einki er ikki meira upplagt enn, at ferðamannaskipini løgdu við bryggju sunnanfyri Hvalastøðina, Tjóðsavnið og aðrar viðkomandi bygningar og virksemi. Tað kundi verið ein veruligur mentanar, søgu og ferðavinnumiðdepil. Og hvør veit, kanska eitt Tjóðleikhús, sum í løtuni ongan góðan eigur, somuleiðis kundi verið lagt á staðnum, endar Eyðstein við einum smíli.

– Eg síggi fyri mær at hetta er nakað, sum heilt vist kann gerast til veruleika innan alt ov nógv ár. Tað er stutt at ferðast frá við Áir til okkara perlur í kommununi, so sum Tjørnuvík, Saksun og Gjógv, har vit ofta hava trupuleikar við leigubilum, umframt nógv onnur støð, ið fáast við ferðavinnutilboð, millum annað í Vestmanna, Vágoynni og onnur við. Alt er høvuðsvegir til við Áir, so har ávirka leigubilarnir og vanligir persónbilar ikki líka nógv sum á smáplássunum. Tí síggi eg fyri mær, at bussar í staðin tóku fólkinini av ferðamannaskipinum og úr leigubilunum við Áir, fyri síðani at koyra tey til skipað ferðavinnutilboð úti á smáplássunum. Tað hevði skapt grundarlagið hjá fólki á smáplássunum at skipað fyri ferðavinnutilboðum.  

Tað hevði heilt víst eisini loyst nakrar av trupuleikunum, ið vit hava av øllum tí stóra ferðafólkastreyminum um summari. Enn er hetta bert persónligir tankar og hugflog, sum eg eri sera spentur at arbeiða víðari við, saman við býráðnum, øllum avvarandi mynduleikum og fólkum.

Rokalig byrja uppá árið

Hann dylur ikki fyri, at byrjanin í borgarstjórasessinum hevur persónliga verið eitt sindur baldrutt, men leggur stóran dent á at rumblið, sum hevur verið, ikki fer at ávirka arbeiðið hjá honum sum borgarstjóra. Tíðin síðani valið 12. novembur er ikki tað, ið eg hevði ynskt mær, hóast eg havi sæð fram til at byrja arbeiðið. Tað hevur til tíðir verið har, og í støðum hevur man hugsað, er hetta veruliga tað vert? Men eg brenni fyri hesari kommununi, og við tíðini eri eg meira og meira sannførdur um, at avgerðin var røtt, og nú hyggja vit frameftir. Eg eri valdur at útinna tað, sum býráðið samtykkir og havi evstu ábyrgd av umsitingini her inni. Eg havi góð fólk rundan um meg og fari at gera alt eg eri mentur at umboða kommununa væl í øllum førum, øllum avgerðum og øllum støðum.

Ein spennandi tíð í Sunda kommunu

Eftir eitt gott prát við Eyðstein má staðfestast, at sera nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd ella á veg í Sunda kommunu, ið vit fara at fylgja væl og gleða okkum at lýsa við. Vit fara her við at ynskja Eyðsteini og býráðnum hepna hond og blíðan byr í býráðsarbeiðinum komandi fýra árini.