Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2025 17:04

Byrja á útivølli móti Estlandi

Fyrsti heimadysturin hjá Føroyum í komandi EM undankapping fyri U21 landslið, verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur - Mynd: Andrei Vital/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Dystarskráin hjá U21 landsliðnum fyri komandi EM undankapping er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Estlandi leygardagin 7. juni.

Í alt tíggju dystir skulu spælast í komandi EM undankapping hjá føroyska U21 landsliðnum, eftir at lutakast var í Nyon í Sveis hósmorgunin.

Føroyar komu í bólk C, saman við Frankaríki, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi. Og eftir lutakastið setti londini seg saman at samráðast um dystarskránni, sum eftir lítlari løtu varð fingin upp á pláss.

Av teimum 10 dystunum spæla Føroyar seks dystir í ár, og fýra í 2026. Lagt verður fyri leygardagin 7. juni, á útivølli móti Estlandi, meðan fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frankaríki kemur á vitjan.

Dystarskráin 2025
7. juni Estland – Føroyar
4. sept. Ísland – Føroyar
9. sept. Luksemborg – Føroyar
10. okt. Føroyar – Frankaríki
14. okt. Føroyar – Sveis
17. nov. Frankaríki – Føroyar

2026
27. mars Sveis – Føroyar
25. sept. Føroyar – Estland
30. sept. Føroyar – Luksemborg
6. okt. Føroyar – Ísland

EM endaspælið verður í Albania og Serbia í 2027.