Tað er sannur Traktor-dámur í dag, nú lógaruppskotið um Gongd í haga er á skrá seinnapartin. Nakað yvir 30 traktorar eru parkeraðir mitt á Vaglinum.
Høvuðsmaðurin aftan fyri sjálvt lógaruppskotið, Høgni Hoydal, er eisini millum alt fólkið, sum er savnað saman uttan fyri Løgtingið.
Her sæst kjak millum Jákup Paula í Eyðansstovu, bónda á Giljanesi og landsstýrismannin, Høgna Hoydal, nú áðrenn sjálvan tingfundin.
Deil á Facebook