Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.12.2022 12:03

Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirið

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt avtalu um, at Bústaðir keypir gomlu kommunuskrivstovuna á Ennivegi 38 í Fuglafirið. Hetta skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Fuglafjarðar kommuna keypti bygningin miðskeiðis í 70.inum, og hevur bygningurin húsað umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu í knapt fimmti ár.

Upprunaliga var tað Jákup Oluf Jacobsen, snikkarameistari, ið bygdi bygningin til snikkaraverkstað og bústað.  Seinri varð bygt uppí og bygt um til íbúðarbygning við fýra íbúðum.

Bústaðir ætla at innrætta bygningin til leiguíbúðir.