Í gjár var “føroyingaruppgerð” í norsku næstbestudeildini – OBOS-ligaen, har Bryne FK tók ímóti Mjøndalen IF.
Men tíðanverri, sæð við føroyskum brillum, so vóru ongir føroyingar á vøllinum á Bryne Stadion. Føroyingurin í Bryne FK, Noah Mneney sat nemmuliga á bonkinum allan dystin, meðan hin føroyingurin, Meinhard E. Olsen er langtíðarskaddur. https://www.eyp.fo/ein-ein-utiseti-slitid-krossbandid/
Bryne FK vann dystin 2-1, og liggur nú á 9.plássi, meðan Mjøndalen IL er á 15. plássi. Tað eru tilsamans 16 lið í deildini.
Komandi dystir eru hesir: Bryne FK tekur ímóti Jerv FK á heimavølli 16. mai, meðan Mjøndalen IF tekur tann 16. mai á heimavølli ímóti Raufoss.