Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2023 10:10

Bryne FK og Noah taptu

Mynd: Jærbladet

Noah Mneney byrjaði á bonkinum í gjár, tá ið teir tóku ímóti KFUM úr Oslo.

Dysturin var sambært venjarinum hjá Bryne FK, Ole Kevin Knappen, eitt stórt vónbrot har liðið leikti við hondbremsuni uppi allan dystin og var tað tískil rættvíst at KFUM vann. Útiliðið úr Olso vann dystin 0-1 við málið frá Robin Rasch. Hetta var eisini fyrsta tapið á heimavølli í ár hjá Bryne.

Noah Mneney var innskiftur í 68 minutti. Í 83 minutti fekk hann tiltuska sær eitt gult kort.

Bryne FK skal longu nú hósdagin 1. juni leika á útivølli ímóti Vard í steypakappingini, meðan næsti landskappingardystur er á útivølli ímóti Skeid sunnudagin 4. juni.