Í gjár, 24. mai, var 1. umfarð í norsku steypakappingini leikt.
Bryne FK við Noah Mneney og Rógva Baldvinsson á liðnum, var á vitjan hjá 4. deildarfelaganum Rosseland.
Báðir føroyingarnir vóru við frá byrjan, tá Bryne FK vann dystin 3-1. Ein av málskjúttunum var Rógvi Baldvinsson, tá hann gjørdi støðuna til 2-1 i seinna hálvleiki.
Noah var útskiftur tá 80 minuttir vóru leiktir.
Komandi uppgáva hjá Bryne FK er í landskappingin mánadagin 29. mai, tá ið KFUM kemur á vitjan á Bryne stadium.