Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2024 07:32

Bronsa til Stranda Talvfelag

Sjóvar kommuna

Fyri hálvum árið síðani bleiv Stranda Talvfelag endurstovna.

Felagi byrjaði at telva í septembur 2023, og hevur verið virkið við vaksna og barnaarbeiði.

Eitt lið byrjaði í 4. deild, har tað eru 10 lið tilsamans.

Seinasta umfarð í liðkappingini í 4. deild var leygardagin 9. mars, har Strandingar spældu móti Klaksvík Talvfelag 4. Stranda Talvfelag vann 3-1.

Tey ið manna 4. deildar liðið eru, Dánial Petur Jacobsen, Jóhannes Simonsen, Jógvan Juul Olsen, Jacob Mathias Jacobsen, Eyðun Frederiksberg Danielsen og Petur Meinhard Magnussen.

Við sigrinum leygardagin endaði Stranda Talvfelag sítt fyrsta kappingarár á 3. plássi í liðkappingini, og vunnu harvið bronsu.

Fleiri av børnunum í felagnum hava verið til ymiskar kappingar í vetur, og hava klára seg væl.

Eisini hevur Stranda Talvfelag verði vertur fyri tveimum talvkappingum.

So ein góð byrjan hjá Stranda Talvfelag.