Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2026 09:08

Bridge: Liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda

Mynd: Føroya Bridgesamband

Tíðindaskriv/Føroya Bridgesamband

Fýra dystir í kappingin at finna føroyameistarar fyri lið í brigde kappingarárið 2026-27 verða leiktir hetta vikuskifti. Undan dystunum hetta vikuskifti var støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg lá á odda við 67,23 stigum, meðan liðið Rinkuhúsini høvdu 60,73 stig og Byggitilfar lá á triðja plássi við 58,92 stigum.

Eftir at tveir dystir eru spældir, liggur liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda við 101,01 stigum. Tó er munurin millum oddaliðið og Rinkuhúsini tódnaður niður í nærum einki – einans 0,90 stig eru á muni millum liðini. Á triðja plássi liggur liðið Byggitilfar við 93,67 stigum.

Tað eru í alt 8 lið sum dystast um føroyameistaraheitið og kappingin endar í apríl 2027. Íalt verða 14 dystir leiktir og tað eru átta dystir eftir at spæla. 

Meiri kann lesast um úrslitini inni á heimasíðuni hjá Bridgesambandinum HER

Á myndini síggja vit Símun Lassaberg uttast til høgru í myndini