Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.08.2023 11:34

Boubacar Sidik Dabo aftur á Toftum

Mynd: Boubacar Sidik Dabo (skíggjamynd, B68)

Boubacar Sidik Dabo – kanska best kendur sum Dabo, er aftur at síggja á vøllinum Toftum. Hetta upplýsir B68 á heimasíðu síni.

Tað var annars í juni mánaða í ár, at tíðindini bórust, at Dabo var givin á Toftum. Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B68, váttaði tá fyri miðilinum bolt.fo, at partarnir vóru samdir um at steðga samstarvinum.

Men nú endaspurturin í landskappingini er farin í gongd, so far B68 kærkomnan styrk, sjálvt um flytingargluggin í Føroyum er stongdur. Hetta kemst av, at leikaraloyvið hjá leikaranum ongantíð er flutt, men hevur ligið hjá B68 allatíðina.

Sambært Faroesoccer, so hevur Dabo leikt 11 landskappingardystir fyri B68 í ár og hevur skotið 2 mál. Bæði málini vóru skotin móti ÍF í 1-3 sigrinum í Fuglafirði tann 30 apríl.