Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.07.2023 12:34

Borgarstjórin á vitjan í Vestmannaoyggjunum

Mynd: Eysturkommuna. Á myndini síggjast, frá vinstru, Páll Magnússon, Per Martin Gregersen, Íris Robertsdóttir og Erik Lervig

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, er í hesum døgum á vitjan í Vestmannaoyggjunum, har Goslokahátíðin verður hildin.

Í morgun var fundur ímillum borgarstjórnarnar báðar, Íris Robertsdóttir og Per Martin Gregersen.

Kommunurnar eru vinarbýir, sum í longri tíð hava arbeitt við ymiskum ætlanum um samstarv. Hetta, umframt annað, var viðgjørt á fundinum.