Eysturkommuna
Týskvøldið 19. mars verður viðkomandi borgarafundur um framtíðina hjá ungdóminum í Eysturkommunu. Fundurin verður í sambandi við at arbeiðsbólkur hevur kannað møguleikan at skipa egna framhaldsdeild í Eysturkommunu. Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum verður løgd fram, so borgarar fáa innlit í málið og hava møguleika at seta spurningar og kjakast um skúlaskap og møguliga framhaldsdeild.
Borgarafundurin verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.30. Kom við og fá innlit í málið, um eina nútímans framhaldsdeild í Eysturkommunu.
Deil á Facebook