Byggið burðardygt við timbri og plátum frá BORG
Tíðindaskriv
Fyri langari tíð síðan settu vit í Borg XL-Byg okkum fyri, at vit máttu taka ábyrgd, og vísa í verki, at vit lata burðardygt timbur til kundar okkara.
Tann 14. juni 2023 fingu allar tríggjar deildir okkara í Borg XL-Byg FSC og PEFC burðardygga góðkenning fyri mestsum alt timbur okkara og mestsum allar plátur okkara.
Hetta vil siga, at í framtíðini kann Borg XL-Byg tryggja kundum sínum burðardyggar vørur úr timbri og plátum.
Vøran kemur frá veitarum, ið einans fáa træ úr burðardyggum skógum.
FSC og PEFC góðkenningin stendur fyri trygd og skjalprógvan, at skógirnir, ið Borg XL-Byg fær timbur frá, vera ansaðir burðardygt bæði av eigarum og veitarum.
Okkara FSC og PEFC logo er ein trygd fyri, at tú kanst keypa træ frá Borg XL-Byg við góðari samvitsku.