Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.10.2025 15:13

Borg heldur fram sum stórstuðul hjá HSF

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Í farnu viku varð nýggjur stuðulssáttmáli undirskrivaður ímillum Borg og HSF. Sáttmálin er longdur til og við 2027.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og landsliðsleikararnir Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen vóru í farnu viku og vitjaði nýggju, glæsiligu handilshølini hjá Borg á Glyvrum. Sáttmálin var undirskrivaður saman við Miu Rodmundardóttir, HR-, logistik og marknaðarføringssamskipara hjá Borg.

”Vit eru errin av at stuðla føroyska hondbóltinum og teimum eldhugaðu leikarunum, sum umboða okkara tjóð”, viðmerkir Mia, sum eisini vísti runt í nýggju hølunum. Gunn Ellefsen viðmerkir eisini til nýggja sáttmálan, ”at góðir, trúgvir stuðlar eru neyðugir, tá nýggj og framfýsin tøk skulu takast. Her hevur Borg verið við á ferðini seinastu árini og fegnast vit um at tey halda fram.”