Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2024 13:48

Bókaframløga og fyrilestur mikukvøldið 3. juli kl 19.00

Mikukvøldið 3. juli kl 19.00 verður bókaframløga og fyrilestur á bókasavninum í Hvalvík.

Bókasavnið í Hvalvík skipar fyri bókakafé fyri nýggju bókini “Tær góvu lív”, um kvinnur, sum doyðu í barsilssong.

Tiltakið er alment og ókeypis. 

Rigmor Dam, søgufrøðingur, hevur skrivað bókina, og fer at greiða frá verkætlanini og evninum. Eisini signerar hon bókina, sum fæst fyri serprís 300 kr.

Tvær bøkur verða burturlutaðar, millum tey sum vitja bókasavnið, og luttaka í kappingini hendan dagin.

Bókasavnið verður opið frá kl 17.00.

Drekkamuður verður at fáa. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.