Gøtu húsasøga
26. november kemur fyrsta bók um Syðrugøtu í sølubúðirnar. Í hesum sambandi
verður bjóðað til bókaframløgu í Víkingahúsinum í Norðragøtu týskvøldið 26.
november kl. 19.00.
Hetta er fyrsta av trimum bókum um Syðrugøtu. Bøkurnar verða skipaðar eftir sama
leisti, sum brúktur varð í bókini um Gøtugjógv. Umframt sjálva húsasøguna er í hesari
bókini eisini drúgvur partur um hagan og bøin í Syðrugøtu og onnur viðurskifti
landbúnaðinum viðvíkjandi. Serliga drúgvur er parturin um ósemjuna um, hvussu
langt suður Húshagin skuldi ganga, tí nógv nýtt skjalatilfar er komið undan kavi um ta
søguna.
Grundstuðulin undir arbeiðinum við bókini var tað tilfar, sum Arnleyg í síni tíð savnaði
inn. Hetta tilfar er eftirkannað, og upplýsingar eru funnir fram, har okkurt vantaði í.
Harumframt er stórt arbeiðið lagt í at finna fram nýtt søguligt tilfar í skjalagoymslum á
Tjóðskjalasavninum og øðrum keldum.
Erling Isholm, rithøvundur, kemur at greiða frá arbeiðinum við bókini, og Pætur
Húsgarð kemur at greiða frá framhaldandi arbeiðinum hjá Gøtu húsasøgu.
Bókin kostar kr. 300,
– Í sølubúðunum. Í sambandi við bókaframløguna verður bókin
seld fyri serprís, kr. 250,-
.
Møguligt er eisini at keypa bøkurnar um Gøtugjógv og bind 1 um Syðrugøtu saman
fyri einans kr 400,-
.
Bjóðað verður kaffi og okkurt søtt undir tonnina.
Deil á Facebook