Boð vóru eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways fyrr í dag.
Eitt gongufólk, sum var í einum ferðalagi, stødd miðskeiðis millum Trøllanes og vitan á Kallinum, gleið og fekk beinskaðað og mátti undir læknahond.
Tyrlan var send avstað og fleyg skadda persónin á Landssjúkrahúsið.
Frá tí at boðini komu inn og til sjúklingurin var á sjúkrahúsinum, var uml. 55 minuttir.
Deil á Facebook