Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2026 08:13

Bjørk Nolsøe Isaksen danskur meistari í flogbólti

Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltsfelagið í Århus, ASV Elite, við Bjørk Nolsøe Isaksen á liðnum bleiv í gjár danskur meistari fyri kvinnur.

ASV Elite kvinnurnar vunnu í gjár 3-0 á heimavølli ímóti Holte. Finalurøðin í Danmark verður avgjørd við eini “best av fimm” røð og við sigrinum í gjár vann ASV Elite triðja sigurin og harvið danska meistaraheitið.

Holte vann annars innleiðandi donsku kappingina, har ASV bleiv nr. 2, men í finalurøðunum var ASV Elite stinnari enn Holte.

Umframt Bjørk, so hevur ASV Elite liðið eisini eitt annað føroyskt samband. Á liðnum saman við Bjørk er Marie Sonne Kristensen. Hon er unnustan hjá føroyska landsliðsleikaranum Bjarna Joensen úr Sørvági, sum saman við Silas Poulsen leikar við mannsliðnum hjá ASV.