Tínindaskriv
Í Fuglafirði verður nógv gjørt burturúr hetta vikuskiftið, tá jólatrøini verða tendrað og allar jólaperurnar í býnum lýsa. Seinastu árini hevur hetta hugnaliga vikuskifti fingið heiti Ljós advent, tí jólatrøini verða tendrað fyrsta sunnudag í advent, men nógv gott er á skránni alt vikuskiftið.
Í ár fellur Bjartur fríggjadagur sama vikuskifti, so hetta verður av sonnum eitt Bjart vikuskifti. Á vetri eru dagarnir so stuttir og myrkir, at tað ræður um at varpa ljós á tað, sum er ljóst, heldur enn á tað, sum er svart. Tí verður sokallaði Black Friday nevndur Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði.
Fríggjadagin kl. 17 verður sermerkta hekklaða jólatræið á loftinum í Ribarhúsi tendrað kl. 17, tá manskórið VEGA eisini syngur nakrar jólasangir. Jólatræið er eitt úrslit av einari lokalari hekkli-verkætlan, sum byrjaði í november 2018, við íblástri frá einari italskari verkætlan í býnum Trivento, sum eisini byrjaði í 2018. Bæði trøini blivu fyrstu ferð tendrað 8. desember í 2018, men nú verður træið í Ribarhúsi tendrað, tá tað er Bjartur fríggjadagur.
Góðu handlarnir, sum liggja sum perlur á rað eftir høvuðsvegnum, hava leingi opið bæði fríggjadag og leygardag við bjørtum tilboðum, og gott pláss er at parkera bilarnar, t.d. við Mentanarhúsið.
Í Ribarhúsi verður hugnaligur jólamarknaður við góðum heimavirkaðum og jólaligum vørum leygardag og sunnudag, eins og hugnaliga kaffistovan, Piddasahandil og ein støkk-upp jólablómuhandil eru opin. Sunnudagin kl. 15 syngur nýggja gospelkórið í Fuglafirði eisini.
Jólatrøini í kommununi verða tendrað leygardagin 25. nov.:
Kl. 15 á Hellunum, har ein dussur verður at fáa í Bønhúsinum
Kl. 16.30 á torginum á Kambsdali og
Kl. 17 á torginum við Mentanarhúsið, har Silvi eisini vitjar
Fuglafjarðar hornorkestur fjálgar um løtuna, Kristian Martin Petersen heldur røðu og jólamenninir koma í brandbilinum við onkrum góðum. Inni í Mentanarhúsinum er ein hugnalig jólakafé opin.
Les meira um einstøku tiltøkini á whatson.fo og finn rúgvusmikla Desemberkalendaran á fuglafjordur.fo
Deil á Facebook