Mynd: Grót
Leygarkvøldið 25. Mars kl. 20.30 í Tøting
Atgongumerki á 195 kr. (tó bert 145 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo
Eyði Horsdal Útgávukonsert:
Leygarkvøldið 25. mars hevur Eyði Horsdal útgávukonsert í sambandi við, at heildarútgáva hansara Songs with Eva kemur út.
Sangir við Evu er ein stillfør, sjarmerandi og innilig útgáva. Eyði hevur skrivað 16 sangir burtur úr yrkingum eftir Evu Perrin Fontana. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, eins og teir rúma dýpd og álversemi. Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og ikki minst hugnaliga konsert.
Høvi verður eisini at ogna sær vælljóðandi og góðskuríku LP’ina Songs with Eva, ið er í vøkrum húsa, sum Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Útgávan verur eisini tøk á talgildu tónleikapallunum.
29 ára gamli sangskrivarin Eyði Horsdal letur fríggjadagin 24. mars úr hondum fyrstu heildarútgávu sína: Songs with Eva. Longu nú ber til at hoyra stakløg av útgávuni talgilt.
Manningin er:
Eyði Horsdal (sang, guitar og klaver)
Eva Perrin Fontana (yrkingar og sang)
Albert Karch (trummur og orgul)
Kristian Pauli Ellefsen (klaver)
Arnold Ludvig (bass og guitar)
Bjarki Hansen:
Í 2018 vann Bjarki Hansen heitið “Ársins mannligi sangari” á FMA.
Hóast Bjarki er eitt kent og nógv avhildið navn á føroyska tónleikapallinum, verður hetta hansara fyrsta vitjan á fjálga pallinum í Tøting.
Hann hevur útgivið fleiri stakløg tey seinastu árini, løg sum hava verið nógv at hoyra í útvarpinum, nevnast kunnu eitt nú “Tey myrku skíggj”, “Kennarin”, “Tú angar so væl”, “Nýggjar leiðir” og onnur løg.
Bjarki hevur spælt á Summarfestivalinum, á Voxbotn og til onnur tiltøk. Konsertirnar hava tó ikki verið so nógvar og títtar, júst tí verður tað nakað heilt serligt fyri okkum, at uppliva hann við sínum mongu vøkru løgum í Tøting.
Hann møtir upp við sterkari manning í Tøting, og teir siga, at teir gleða seg at spæla fyri tykkum:
Bjarki Hansen – Sang
Jens Marni Hansen – Gittar
Pauli Magnusen – Bass
Bjarni Lisberg – Klaver
James Olsen – Trummur
