Mynd:Bindifestivalurin í Fuglafirði
Nú summarið takkar fyri seg og heystið er komið, kenna vit enn hitan frá gestum, sum vóru á BINDIFESTIVALINUM á Hellunum í vár. Vit fingu sera góðar og jaligar afturmeldingar, tað eru vit takksamar fyri, og tað gevur áræði at halda fram.
Eitt annað, sum eisini er sera hugaligt, er, at fleiri av tiltøkunum, sum hava verið á BINDIFESTIVALINUM, síggjast aftur í Føroyska gerandisdegnum sum ein heilt natúrligur partur.
Nú vit aftur fara at tendra undir loftinum, kennist tað fjálgt at kunna leggja ætlanir, tí vit vita, at skuffur og skáp eru á tremur við alskins lekkrum tógvi. Tankarnir fara so smátt aftur at mala um, hvat skal bindast og hvør skal fáa hvat. Ikki tí, nógvar hava havt stokkarnar við sær í summar, bæði til lands og til vatns – og í luftini.
Ein ætlan, sum nógvar konur royna at sikra sær, er at hava frí teir dagarnar, tá BINDIFESTIVALURIN er. Tí siga vit frá, at BINDIFESTIVALURIN verður aftur í Fuglafirði í døgunum 20. – 22. apríl 2023.
Við BINDIFESTIVAL-kvøðu.
Fyrireikararnir
Deil á Facebook