Mynd: Politi.fo
Løgreglan upplýsir í morgun fyri Eysturoyarportalinum, at tey kl 17.00 leygardagin fingu eina fráboðan, tá ein persónur ringdi inn og upplýsti, at bilurin viðkomandi hevði koyrt var farin av vegnum. Hetta var á vegastrekkinum millum Skála og Skálafjørð.
Bilurin var fari av vegnum og hekk á sjálvum vegjaðaranum. Hetta var alt orsakað av hálku. Hóast fleiri fólk vóru í bilinum hendi eingin mansskaði og heldur eingin skaði hendi á sjálvan bilin.
Leygardagin vóru tveir bilførarar tiknir í Eysturoy, har teir vóru bidnir um at blása, tí mistanki var um, at teir høvdu ov nógv promilli í blóðinum. Báðir vóru tí tiknir til eina blóðroynd á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Og nú verður so bíða eftir úrslitinum av hesum blóðroyndum.
Deil á Facebook