Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.02.2024 14:50

Bilarnir fingu nakað av skaða

Bilarnir fingu nakað av skaða (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Um 10 tíðina í morgun hendi eitt ferðsluóhapp millum Gøtugjógv og Norðragøtu, beint omanfyri kirkjugarðin.

Tríggjir bilar vóru við í óhappinum, og fingu tveir av teimun so mikið av skaða, at teir kundu ikki koyra av staðnum.

Ferðslan var eina løtu tarna av hendingini, har bert tað eina sporið var opið.

Eingin fólkaskaði stórst tó av hendingini, upplýsir løgreglan fyri Eysturoyarportalinum.