Fuglafjarðar Bókasavn
19. mars í ár vóru 75 ár liðin, síðani Bíblian á fyrsta sinni kom út á føroyskum máli.
Í hesum sambandi fer Jógvan á Lakjuni at hava framløgu um Victor Danielsen, við serligum denti á bíbliutýðingarverk hansara.
Vikuna fram til mentanardagarnar verður ein framsýning, sum við orðum og myndum lýsir lív og verk hansara.
Á mentanardøgunum 6-8 september verður økt um framsýningina. Tvs. hesar dagarnar verður meira tilfar at síggja.
Tað er Fuglafjarðar Bókasavn í samstarvið við Landsbókasavnið, sum skipar fyri framsýningini.
Á mentanardøgunum vera flestu bókahillarnar fluttar, so betur pláss verður til fyrilestarnar.
Tiltakið er ókeypis og bókasavnið bjóðar ein drekkamunn.
Deil á Facebook