Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.01.2024 16:47

Bensin gerst grønari

Tíðindaskriv/ Effo

Komandi dagarnar fáa orkustøðirnar í Føroyum nýtt brennievni, sum er grønari. Hetta brennievnið er E10, og er tað mest brúkta brennievni í Danmark. Brennievnið er tað sum vit kenna sum blýfrítt, men við bioetanol. 

Endamálið við at veita kundunum bensin E10 er at veita grønari brennievni fyri at lækka um útlátið. Harumframt er hetta tað mest brúkta í londunum rundan um okkum, og krav til londini í ES. Tískil verður tað torførari hjá orkufeløgunum at fáa fatur á bensini uttan íblandingarevnið bioetanol. 

Tey flestu bensindrivnu akførini í Føroyum kunnu nýta bensin E10. Tað eru nøkur fá akfør, sum ikki skulu nýta bensin E10. Hetta eru vanliga ellisakfør, og eisini eru nakrar sláimaskinur og bátmotorar sum ikki kunnu nýta E10. Ert tú í iva um tín bilur kann brúka E10 brennievni, kanst tú lesa meira á www.effo.fo

Í komandi viku kemur nýggja bensinið til sølu. Fyrsta Effo støðin sum fær nýggja bensinið er Effo í Klaksvík. Síðani fer tað runt alt landið. Endað verður í Suðuroy. 

Meira um hetta kann lesast á okkara heimasíðu www.effo.fo