Fyritøkan BBR Service, sum heldur til á Lambareiði, hátíðarhelt í dag, at hon hevur 30 ár á baki.
Fyritøkan flutti í 2007 inn í nýggj hølir á Lambareiði, sum fyritøkan lat byggja, eftir at hava hildið til í gomlu bilsmiðjuni í Runavík, sum Runavíkar Mekaniski verkstaður átti.
Eysturoyarportalurin var ein túr framvið í dag við myndatólinum, tá ið bjóða var ókeypis softice, sunkist og sandwich, og stórar hoppiborgir vórðu settar upp til børnini.
Eisini borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen helt røðu og Jens Marni Hansen spældi nøkur løg.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo

















































