Heilsu- og orkumálaráðið
Barnakonur fáa nú tilboð um ókeypis koppseting fyri RS-virus. Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, setur í gildi kunngerð, sum tryggjar, at koppsetingin verður partur av ókeypis koppsetingartilboðunum til barnakonur.
Kunngerðin kemur í gildi í morgin, 8. juli 2026.
RS-virus er eitt vanligt andaleiðsvirus, sum serliga ger um seg í heyst- og vetrarmánaðunum. Hjá teimum flestu elvir RS-virus til mild krímlíknandi sjúkueyðkenni, men hjá smáum børnum – serliga nýføðingum og pinkubørnum – kann sjúkan gerast álvarsom og í summum førum krevja innlegging.
Við koppsetingini verður barnið vart fyrstu mánaðirnar eftir føðing. Tá barnakonan verður koppsett, verða mótevni flutt frá mammuni til barnið í móðurlívinum. Hetta minkar um vandan fyri, at barnið fær álvarsama sjúku av RS-virusi í fyrstu livimánaðunum.
Endamálið er at verja tey minstu børnini, sum eru serliga viðkvom fyri álvarsamari sjúku av RS-virusi. Við hesum fáa barnakonur eitt ókeypis tilboð, sum kann vera við til at fyribyrgja álvarsama sjúku og innlegging hjá pinkubørnum.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Mælt verður til, at barnakonur, sum hava termin upp undir og í RS-virusárstíðini, fáa koppsetingina í sambandi við triðju fyribyrgjandi barnsburðarkanningina hjá egnum lækna, vanliga umleið í 32. barnsburðarviku. Koppsetingin kann gevast í tíðarskeiðinum frá 24. til og við 35+6 barnsburðarviku.
Frammanundan fáa barnakonur tilboð um ókeypis koppseting fyri kikhosta eftir viku 24 í burðartíðini, og koppseting fyri influensu frá 13. barnsburðarviku í vetrarhálvuni frá 1. oktober til 20. desember.
Við nýggja tilboðnum verða sostatt trý ókeypis koppsetingartilboð til barnakonur: fyri kikhosta, influensu og RS-virus.
Meira kunning um koppsetingar til barnakonur fæst hjá egnum lækna og á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum (www.hst.fo).
